Listafólk størri stuðul

Íslendska Altingið samtykti í gjár at hækka játtanina, sum verður latin listafólki í starvsløn Undan broytingini svaraði játtanin til 1200 mánaðarlønir, men eftir samtyktina í gjár er peningur til 1600 mánaðarlønir, skrivar Morgunblaðið.

Ein mánaðarløn er 266.737 íslendskar krónur, og upphæddin skal endurskoðast á hvørjum ári. Tá Altingið atkvøddi um málið í gjár, atkvøddu 21 tinlimir fyri, fýra atkvøddu ímóti, og níggju greiddu ikki atkvøðu.

Tað var undanfarna stjórnin, sum gjørdi uppskotið, sum Altingið nú hevur avgreitt.