Listafólk í LISA kunnu nú søkja um høli í Hoydølum

LISA flytur inn í Gentukostdeildina

LISA hevur í dag sent øllum limafeløgunum lýsing, har sóknast verður eftir leigarum til arbeiðshølini í Hoydølum. Tey, ið kunna søkja, eru limirnir í limafeløgunum hjá LISA.

Tey, ið lúka treytirnar fyri limaskapi, men ikki eru limir enn, eru vælkomin at søkja um limaskap í viðkomandi felag.

LISA flytur inn í Gentukostdeildina, har ein garasja hoyrur til og sokallaða Hjallin, har húsavørðarnir húsaðust og skúlastova var uppi á.

– Listafólkasamband Føroya er fegið um, at limir nú kunna søkja um at fáa hølir til leigu í Hoydølum til sítt listaliga virksemi, sigur felagið.

Um árskiftið var allur bygningurin á Lützenstrøð 4 eisini tøkur. LISA hevði tá eina lítla skrivstovu har. Nú leigar LISA nærum allan tann bygningin út til skrivstovuvirksemi hjá limum og limafeløgum í LISA.

Í 2017 sendi LISA umsókn inn, tá Mentamálaráðið bað um hugskot til, hvat Hoydalar kundi brúkast til, eftir at studentaskúlin var fluttur út í Glasir. Saman við umsóknini var ein stórur faldari, sum LISA lat gera, sum nágreiniliga lýsti, hvussu bygningar og hølir kundi verið brúkt til listaligt virksemi hjá limum í limafeløgunum í LISA. Har kundi verða pláss fyri bæði verkstøðum, venjingarhølum, skrivstovum, listabókasavni og framførslum av bæði sjónleiki, filmi, tónleiki og myndlist.

Umsóknin hjá LISA var gingin á møti, og LISA kundi fáa nakrar av bygningunum í Hoydølum. Eftir drúgvar umrøður um, hvussu hetta skuldi skipast og fleiri hølissýn, er komið fram til, at LISA kann flyta inn í Gentukostdeildina, Garasjuna og Hjallin.

Við avgerðini hjá Mentamálaráðnum um at lata listafólk flyta inn í Hoydalar, er arbeiðið byrjað til betri umstøður hjá listafólkum at virka og skapa í. Tað fegnast LISA um, sigur felagið.

– Listafólk, ið hava áhuga, kunnu venda sær til LISA, verður sagt til síðst í tíðindaskrivinum.