Listafólk hittast á LISA-veitslu

Øll minnast vit rimmar LISA-veitsluna í 1994, og nú er gjørt av at listafólk aftur hittast á ræstkjøta-veitslu í B36-húsinum 14. november 1998.

Í LISA eru 9 limafeløg:

Rithøvundafelag Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya - (MáF), Leikarafelag Føroya, Felagið Føroysk Myndlistafólk, Blaðmannafelag Føroya, Arkitektafelag Føroya, Tónleikarafelag Føroya, Føroysk Tónaskøld og Kórsambandið.

Ein ágrýtin veitslunevnd er farin til verka at skipa veitsluna.

Góður matur verður at fáa: Ræst kjøt og súpan úr Dalsgarði, afturvið øl og snapsur. Omaná Rabarbuterta og kaffi, og út ímóti morgni: Smurt breyð við góðum viðskera. Harafturat verður veitslurøða, sangur, undirhald og dansur.

Kostnaðurin er 250,- kr. fyri hvønn. Gjaldast kann á konto nr. 4526499. Allir limir í limafeløgunum hjá LISA eru vælkomnir. Meira fæst at vita um veitsluna við at ringja til onkran í veitslunevndini:

Katarina Nolsøe tlf. 313671, Hilmar Joensen tlf. 327119, Hjørdis Johansen tlf. 316028, Kára Heinesen tlf. 310585, Leikarafelag Føroya, tlf. 318617 ella MáF, tlf. 315624.

Seinasta freist at melda seg til veitsluna er fríggjadagin 30. oktober, sum eisini er seinasti inngjaldingardagur. Kvittanin er atgongumerkið.