MENTUNARÁLITIÐ
Mentunarálitið, Mentan og menning, hevur ikki fingið heita móttøku frá formanninum í mentunarnevnd løgtingsins, Jógvan á Lakjuni. Gott eitt døgn eftir, at tað varð almannakunngjørt og lagt fyri tingið úttalaði hann seg í útvarpinum um álitið og setti spurnartekin við, hvat mentan og list eru, og hvør eigur at fáa pengar fyri list og ikki. Dagin fyri álitið skuldi til aðalorðaskifti í tinginum segði hann í blaðnum, at hann ikki hevði lisið álitið, og hetta endurtók hann sum framsøgufólk fyri fólkaflokkin undir aðalorðaskiftinum. Dagin eftir aðalorðaskiftið seta vit honum nakrar spurningar, fyri at vita, hvat býr undir avgerðini ikki at lesa mentunarálitið. Fyrst spyrja vit hann, um tað ikki er átaluvert, at formaðurin í mentunarnevndini, sum er hægsti lóggevandi persónur
í landinum, tá umræður mentan, ikki lesur álitið undan einum aðalorðaskifti, tá ið hesin sami er framsøgumaður.
- Eg hevði lisið álitið leysliga ígjøgnum kvøldið fyri. At halda eina røðu hevur ikki nógv uppá seg. Tað sum er nógv meiri átaluvert er, at álitið verður lagt til aðalorðaskifti.
Hví er tað átaluvert?
- Tí at tingið arbeiðir undir trýsti. Spyrt tú, hvussu nógvir tingmenn hava lisið álitið, finnur tú ikki fleiri enn fimm. Málið er als ikki viðgjørt í fólkaflokkinum.
Er tað ikki ein spurningur um raðfesting?
- Als ikki.
Siga vit, at álitið var um vinnupolitikk, hevði tú so lisið tað?
- Nei, ikki um eg ikki havi tíð.
Onnur fólk arbeiða undir trýsti hvønn dag og hava kortini lisið álitið?
- Eg havi ikki havt tíð at lesa tað, so einfalt er tað. Eg siti eisini í vinnunevndini, og vit hava viðgjørt 25-30 mál eftir einari viku. Tað ber ikki til at taka støðu til slíkt langt fram í tíðina, tá ið eg ikki havi sæð álitið fyrr. Hetta er so langt úti, at tað er ein vanvirðing av tinginum. Og hví eru teir ikki komnir við álitinum fyrr?
Summi tingfólk hava lisið álitið?
- So hava tey havt tíð. Eg havi arbeitt alt vikuskiftið, verið á fundi og sett meg inn í mál. Tað er tað, tit eiga at leggja tykkum eftir, hvussu ósakligt tað er av tjóðveldisflokkinum at leggja álitið til aðalorðaskifti. Aðalorðaskiftið átti at verið, tá ið eitt nýtt ting hevur tikið við. At leggja tað fram nú er bara valagn hjá tjóðveldisflokkinum.
Spurningar, tú setti undir orðaskiftinum, vóru brá av, at tú ikki hevði sett teg inn í málið?
- Tað er við vilja, at eg provokeri.
Alla tíðina at seta spurnartekin við, hvat list er og ikki, og hvør list eigur at verða stuðlað og ikki, er tað ikki við til at seta kílar í kjakið?
- Skilji ikki spurningin.
Gongur tú ikki inn fyri, at listafólk, sum av fullum huga vilja arbeiða við síni list, fáa umstøður til tað?
- Jú, tað geri eg, men tað veldst um, hvussu nógv tey skulu stuðlast. Tað eru so øgiliga nógv listafólk, sum vilja at arbeiða við listini og bara henni. Havi sjálvur verið við til at broyta Mentunargrunnin soleiðis, at listafólk fáa umstøður, men tað sum eg alla tíðina sigi, er, at vit eiga at ansa eftir, at tað ikki vera nøkur listafólk, sum einsamøll skulu gera av, hvør skal hava stuðul og hvør ikki.
Meinar tú, at ráðini, sum skulu setast á stovn, verða óheft?
- Ja.
Er tað ikki trupult at seta óheft ráð, tá ið listarliga umhvørvið er rættiliga avmarkað?
- Nei, tí listarliga umhvørvið er ikki so lítið.
So er í grundini einki at óttast?
- Nei, møguliga, men tað geri eg kortini. Á sinni, tá ið Mentunargrunnurin varð broyttur, løgdu vit stóran dent á, at nevndin hevur breiða samfelagsliga umboðan. Nú verður tosað um, at fólk, sum eru sakkøn, skulu sita í ráðunum. Hvørji fólk eru tað? Hevði eg verið skikkaður til tað?
Er tað ikki Jante-lógin, sum skínur ígjøgnum tínar meiningar?
- Eg havi ilt við at skilja, at fólk vilja á fíggjarlógina, bert tí tey arbeiða við list. List, sum eingin skilur.
Er tín hugburður til list og listafólk, sum royna nýggjar leiðir, ikki nakað avoldaður?
- Jú, kanska. Havi ilt við at skilja nøkur av hesum hugtøkunum, sum verða brúkt.
Er tað bara list, sum øll skilja, sum skal stuðlast?
- Tað sigi eg ikki. Eg kenni ómetaliga nógv fólk, sum alt sítt lív hava arbeitt við list, men sum einki krevja. Listafólk eiga at vera lítillátin. Verða tey roknað sum listafólk av teimum, sum fara at sita í hasum ráðunum? Og hví skulu øll á fíggjarlógina?
Hvør sigur, at øll skulu á fíggjarlógina?
- Er tað ikki tað, vit tosa um. So havi eg lisið álitið ov illa. Eg eri avgjørt fyri at stuðla góðari list, og at fólk í avmarkaða tíð fáa starvsløn, um tey hava eina verkætlan. Spurningurin er bara, hvussu nógv.
Í hesum døgum verða pengar játtaðir til líkt og ólíkt?
- Mentanin fær pengar av øðrum játtanum eisini. Er tað so nógv betri í Danmark, har nógvir pengar verða játtaðir til mentan?
Her tosa vit um útinnandi list.
- Hvat er útinnandi list? Er musiksskúlin eisini útinnandi? Musiksskúlin hevur ómetaliga stóran týdning fyri alt landið.
Eyðun Johannesen, leikstjóri, sigur í blaðnum í gjár, at tað er ongantíð so umráðandi sum nú at fáa ein virknan mentanarpolitikk, fyri at kunna standa ímóti mentanarimperialismuni, sum ongantíð er so hóttandi sum nú.
- Vit hava eitt blómandi mentunarlív í Føroyum. Avgjørt eiga vit at verja okkara mentan móti ágangi uttanifrá. Spurningurin er bara, hvussu vit gera tað. Tað er ógvuliga umráðandi, at øll mentanin kring landið verður lívgað, ikki bara í Havn. Tað vísir seg, at flestu pengarnir enda í Havn.