List úr køkinum hjá Lydiu

Lydia Petersen hevur altíð teknað og málað nógv. Í hesum døgum hevur hon framsýning í Norðoya Kunningarstovu, har bæði málningar, klipp og áseyming eru millum hennara listarverk

Klaksvík:
Lydia er ein so at siga sjálvlærd listakvinna. Hon hevur altíð teknað og málað nógv - líka frá barnsbeini av. So hevur hon tikið skeiðir av og á. Í dag er hon er vælumtókt listarkvinna, sum má sigast at vera fjølbroytt.
Í hølinum hjá Norðoya Kunningarstovu hanga málningar, klipp-myndir og áseymaðar myndir. Felags fyri allar eru, at tað eru sterkir litir, sum eru væl samansettir.? Eg kann helst ikki krógva, at mær dámar væl sterkar litir, sigur Lydia smílandi.
Vanliga hevur Lydia mest fingist við vatnlitsmyndir, men hesuferð hevur hon eisini nakrar málningar við. Fleiri av málningunum hjá henni avmynda býlingar og bygdir í Norðoyggjum. Hon sigur, at henni dámar ikki at gera nakað av hesum best.
? Tá eg máli, tá dámar mær tað væl, og tá eg klippi ella seymi, tá er tað tað. Tað skiftir, so eg kann ikki siga, at mær dámar nakað fram um annað, sigur hon.
Hon er ikki ein av teimum listarfólkunum, sum vanliga stendur í einum rúmi einsamøll og ger síni listarverk.
? Nei, eg eri altíð í køkinum hjá mær sjálvum. So húsfólkið má finna seg í eitt sindur av hvørjum, sigur hon skemtandi og leggur afturat, at hon gott kann gera døgurða, meðan hon er í holt við eitt av sínum listarverkum.
Lydia og maðurin, Meinhard, eiga fýra børn. Lydia sigur, at tá tey vóru smærri, so plagdu tey at sita í køkinum og teknað, og so fór mamman í gongd við síni listarverk.
Lydia heldur, at hetta hevur verið við til at birt upp undir áhugan hjá børnunum at tekna og mála.
Lydia lat sína framsýning upp seinasta leygarmorgun. Tá vóru nógv fólk inni á gólvinum og hugdu. Tá var eisin tað stóra morgunborðið eftir Nólsoyar Pálsgøtu. Annars sigur hon, at hon ikki fylgir so væl við, hvussu mong vitja hennara framsýning.
? Klaksvíkingar skulu eisini líka venja seg við hetta, at tey kunnu støkka inn á gólvið í kunningarstovuni til eina framsýning, sigur Lydia Petersen.
Hennara verkir hanga uppi í kunningarstovuni hendan mánaðin út.