Báta-og Listasavnið í Leirvík, sum varð sett á stovn ár 2000 og sum hýsir týdningarmiklum parti av bátum, sjóvinnusøgu og listasøgu Leirvíkar, verður opið skírisdag, langafríggjadag og páskaaftan.
100-ára føðingardagin hjá leirvíksmálaranum, Jóannisi Kristiansen, sum var hin 12. februar í ár, læt upp forkunnug serframsýning við einum hópi av málningum hansara á ovastu hædd í bygninginum.
Hetta er gamla turkihúsið hjá Klæminti Eliasen og Eliasi Eliasen og sum seinni hýsti reiðaravirkseminum hjá Osmundi Justinussen og øðrum fram til 2012, tá Eysturkommuna tók yvir bygningin.
- Framsýningin hongur uppi enn, og nú er aftur høvi at njóta verk eftir Jóannisi Kristiansen, Sámali Toftanes og øðrum listafólkum úr Leirvík.
Nevndin, sum stendur aftan fyri forvitnisliga og søguríka savnið í Leirvik, visir á, at vælútgjørda og hugnaliga bátasavnið á miðhæddini í bygninginum er ein sjálvsagdur partur av vitjanini.
Skírisdag, langa fríggjadag og páskaaftan verður Báta-og Listasavnið opið frá klokkan 16 til 18, allar tríggjar dagarnar.