List og leikur á Kambsdali í kvøld

Í kvøld verður almenn heystkvøldseta í Miðnámsskúlanum á Kambsdali

 Tað var siðvenja á studentaskúlanum á Kambsdali, at tað á hvørjum heysti varð skipað fyri heystkvøldsetu.

 

Nú er studentaskúlin á Kambsdali ikki til longur. Gamli studentaskúlin er nú partur av Miðnámi á Kambsdali. Handilsskúlin og studentaskúlin vórðu undan síðsta skúlaárið lagdir saman í ein skúla – Miðnám á Kambsdali.

 

Siðvenjan við kvøldsetu á heysti heldur fram á nýggja skúlanum.

Í kvøld klokkan 19 verður kvøldseta. He

Á skránni verður m.a. tónleikur, námsferðafilmar, leiklist, kórsangur og evnafrøðiframvísing.

Kvøldseturnar á Kambsdali eru almenn tiltøk, ið lata dyrnar upp og vísa ymiskt virksemi á skúlanum.

Seinastu árini er umfatandi umbygging og nýbygging farnin fram á Kambsdali, so hetta er eisini eitt gott høvi hjá áhugaðum at síggja nýggju karmarnar.

Kvøldsetan byrjar klokkan 19 og endar umleið klokkan 21.