List og børn í Mexico

Framsýningin »The Art of Indian Children« letur upp í Norðurlandahúsinum týsdagin hin 2. september klokkan 10.

Á framsýningini eru stórir málningar, sum siga frá um gerandisdagin hjá indianarabørnum í Mexico. Framsýningin verður í Norðurlandahúsinum til og við 5. oktober 2003.
Fyriskiparin, Doris Palvio, ætlar harafturat at arbeiða saman við føroyskum børnum, sum ganga í 5.-6. flokki. Í felag skulu tey gera litfagrar málningar á masonitt plátur.
Framsýningin við meksikansku málningunum og verkætlanin við børnum á staðnum hevur áður verið í Grønlandi, Finnlandi, Sámalandi og Russlandi.
Teir lærarar og tey børn, sum hava áhuga at verða við eru vælkomin at seta seg í samband við Norðurlandahúsið.