Fyrireikingarnar til ársins útgávu av Ólavsøkuframsýningini eru í hæddini, og fevnir hon um nakað av tí besta í føroyska listaheiminum her og nú.
Listaverkini eru bæði olja á lørift, installatión, foto, tekstillist og grafikkur, og sagt verður frá Listafelagnum, at hjúklað verður um listaupplivingina, sansirnir og forvitnið.
Framsýningin hesaferð fyri innbondum listafólkum, og hevur Listafelagið heitt á Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðing, at standa fyri framsýningini, og hon hevur gjørt eitt úrval.
Hon hevur valt listafólkini við útgangsstøði í stíli og tilfari, so listin á ein ella annan hátt er í samljóði. Bæði viðurkend og spírandi listafólk eru við, og nógv áhugavert er at koma eftir.
Listafólkini eru Anker Mortensen, Bárður Oskarsson, Edward Fuglø, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Kirstin Helgadóttir, Olivur Eystberg, Peter Carlsen, Randi Samsonsen, Saga Kapna, Sámal Blak, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Turið Nolsøe.
Ferniseringin verður ólavsøkuaftan, beint eftir at ólavsøkan er sett, og annars verður framsýningin opin líka til 7. august.