Lisitatiónin varð hildin týsdagin 11. februar 2020.
Av tí at tilboðini vóru ov høg í mun til kostnaðarmetingina, hevur landsstyriskvinnan við Almannamálaráðum, Elsbeth Mercedis Gunleygsdóttur, nú valt at ógilda lisitatiónina.
Heimið, sum er ætlað børnum og ungum við autismu, er í 4 eindum. Búeindin, sum inniheldur íbúðir, fevnir um felagsøki til 6 borgarar.
Síðan er ein umlættingareind við 6 kømurum, umframt felagsøkjum til umlætting. Virkniseindin verður eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung, og so ein starvsfólkaeind við hentleikum til starvsfólkini.
Heimið hevur felags heintleikar so sum venjingarrúm, sansarúm, verkstað, vátnavirksemið, teldurúm, ítrívsrúm, fleiri uppihaldsrúm og uttandura spælipláss.
Bruttovíddin á bygninginum er 1.192 fermetrar, og samlaða grundøki er 7.600 fermetrar.
Heimið skal byggjast við Kvíggjartún á Argjum.