Teir báðir føroysku fólkatingslimirnir eru nú farnir til verka niðri á Christiansborg. Fyrradagin skrivaðu Lisbeth L. Petersen, Høgni Hoydal og hinir 66 nývaldu fólkatingslimirnir undir uppá, at tey vilja halda og virða grundlógia, og eftir hetta vóru tey til reiðar at fara undir fólkatingsarbeiðið.
Røður skuldu skrivast til orðaskiftið um setanarrøðuna hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, sum var í allan gjár.
Føroysku fólkatingslimirnir skuldu ikki fáa orðið fyrrenn eftir nátturða, og vit vita tí ikki, hvør boðskapurin hjá teimum var. Lisbeth L. Petersen hevði á middegi í gjár framvegis ikki gjørt av, um hon fór at taka orðið, men eina røðu hevði hon i øllum førum skrivað. ? So fáa vit at síggja, segði hon. Hjá Høgna Hoydal var hinvegin eingin ivi. Hann ætlaði upp á røðarapallin at tosa um sjálvstýristilgongdina í Føroyum.
Nevndarsessirnir býttir
Hesir fyrstu dagarnir í Fólkatinginum hava gingið við at býta teir mongu sessirnar í nevndunum millum teir 179 limirnar.
Gravgangur er eftir at sleppa í tær týdningarmestu nevndirnar, og í so máta heldur Lisbeth L. Petersen, at hon hevur gjørt ein góðan fong. Hon er partur av fólkatingsbólkinum hjá stjórnarflokkinum Vinstra og hevur fingið sæti í trimum nevndum: 21-mannanevndini viðvíkjandi Føroyum, Politisk-Búskaparligu nevndini og Uttanríkisnevndini. Hetta býtið er hon vælnøgd við.
- Hetta eru tær nevndirnar, sum viðgera flestøll mál, sum hava við Føroyar at gera, og tí kann eg ikki vera annað enn vælnøgd, sigur hon.
Tað er serliga 21-mannanevndin viðvíkjandi Føroyum, sum er áhugaverd. Har verður øll sjálvstýristilgongdin viðgjørd og allar samráðingar millum landsstýrið og Føroyar. Politisk-búskaparliga nevndin hevur eisini havt nógv mál viðvíkjandi Føroyum á skránni, eitt nú bankamálið og loysnina á tí málinum.
Høgni uttan sess
Høgni Hoydal situr hinvegin ikki í nakrari nevnd. Hann hevur frammanundan boðað frá, at hann ikki vil blanda seg upp í vanliga virksemið í Fólkatinginum, sum hevur við donsk viðurskifti at gera, og tí vil hann heldur vera heftur at nakrari nevnd.
Høgni Hoydal hevur gjørt tingbólk saman við grønlendsku fólkatingslimunum, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen, sum hinvegin einki hava ímóti at sita í fólkatingsnevndunum.
Kuupik Kleist hevur fingið ein sess í tí týdningarmiklu Uttanríkispolitisku nevndini, og Lars Emil Johansen hevur fingið ein sess í Verjunevndini og ein sess í serligu 21-mannanevndini viðvíkjandi Føroyum. Uttanríkispolitiska nevndin er ikki tann sama sum Uttanríkisnevndin, har Lisbeth L. Petersen situr.
I Uttanríkispolitisku nevndini verða øll bráðfeingis mál av stórum uttanríkispolitiskum týdningi viðgjørd. Tað snýr seg millum annað um danska hernaðarliga luttøku í Afghanistan. Thule-radarstøðin og verjuavtalurnar við USA, sum hava stóra áhugan hjá grønlendsku limunum kunnu eisini hugsast at verða viðgjørdar í hesari nevndini.
Hesum seinasta málinum fara grønlendsku fólkatingslimirnir helst at gera nógv burturúr í fólkatingsarbeiðinum hjá sær, og teir fara uttan iva at verða væl stuðlaðir av umboðnum hjá Tjóðveldisflokkinum. Enn er tað Høgni Hoydal, men í næstu viku tekur varamaðurin Torbjørn Jacobsen helst yvir.