Lisbeth L. Petersen:Fullveldi fastfryst

?Samgonguskjalið er staðfestingin av, at løgmaður ongantíð ætlaði at taka okkum upp í eina samgongu. Í høvuðsheitum kundu vit tikið undir við tí mesta av samgonguskjalinum, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum

POLITIKKUR

Sambandsflokkurin gjørdist stóri sigursharrin við valið 30. apríl, men kortini endaði flokkurin aftur í andstøðu.
Hetta er Lisbeth L. Petersen, forkvinna fyri Sambandsflokkin, als ikki nøgd við.
?Vit eru kedd um, at vit ikki komu í samgongu, men veljararnir hjá okkum hava ávirkað samgonguna, og hetta fegnast vit um, sigur Lisbeth L. Petersen, tá vit ringdu hana upp eftir viðmerkingum til samgonguskjalið, sum varð undirskrivað í dag, týsdagin.
Hon vísir við hesum á, at samgongan við hesum samgonguskjalinum hevur lagt á annan bógv í fullveldismálinum.
?Fullveldi er lagt á ís næstu fýra árini, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon heldur, at tað ongantíð var ætlanin, at Sambandsflokkurin skuldi gerast partur av einari komandi samgongu.
?Samgonguskjalið er staðfestingin av, at løgmaður ongantíð ætlaði at taka okkum upp í eina samgongu, sigur Lisbeth L. Petersen, sum ikki heldur, at nakrar av umberingunum hjá løgmanni kunnu góðtakast.
Hon vísir eisini á, at tað í valstríðnum varð gjørt til eina fólkaatkvøðu um fullveldi, men hetta verður sett til síðis nú.
?Teir venda og snara øllum, sigur Lisbeth.

Samd, ósamd
?Í høvuðsheitum kundu vit tikið undir við tí mesta av samgonguskjalinum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon sigur, at samgonguskjalið nógvastaðni er merkt av leysum orðingum. Eisini eru fleirir orðingar, ið øll kunnu taka undir.
?Teir hava fingið ein hvøkk. Teir hava steðgað førda politikkinum. Hetta hava veljararnir hjá okkum víst teimum á, sigur Listbeth.
Fleiri orðingar í samgonguskjalinum kennir hon eisini aftur frá teirra fundum við løgmann og frá valstríðnum. Hon heldur eisini, at tað er ógvuliga lítið konkret skrivað nógvastaðni.
Hóast Sambandsflokkurin í høvuðsheitum kundi tikið undir við samgonguskjalinum, so merkir hetta ikki, at flokkurin er samdur við øllum.
Lisbeth L. Petersen sigur, at flokkur hennara ikki vildi ganga við til, at arbeiðið við at yvirtaka løgreglu og rættarskipan skuldi halda fram, ið nú stendur í samgongskjalinum. Heldur ikki gekk Sambandsflokkurin við til, at blokkurin skuldi fastfrystast, soleiðis sum tað nú er stungið út í kortið.
Lisbeth L. Petersen heldur ikki, at tað rennur væl saman, tá samgongan ynskir at gera almennu umsitingina ódýrari og at eitt stýri verður sett afturat.


Fólka- og Miðflokkurin
Tá vit spyrja hana eftir, hvør flokkur serliga merkir hetta nýggja samgonguskjalið, so heldur Lisbeth L. Petersen, at tað sæst lítið til Tjóðveldisflokkin, men kanska meira til Fólkaflokkin og Miðflokkin.
Í samgonguskjalinum setir samgongan sær sum mál at yvirtaka eina longri røð av sokallaum smærri málsøkjum. Hetta roknar Lisbeth tó ikki við, at teir fara at klára.
?Tað er eitt risastórt arbeiði í hesum. Teir hava eisini sett sær nógv og stór mál áður, men tað hevur ikki borið til, og tað fer tað heldur ikki hesaferð, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hóast fullveldi nú er lagt á ís, so roknar forkvinna Sambandsfloksins við, at Tjóðveldisflokkurin eigur okkurt annað í skjáttuni.
?Vit hava eina sterka andstøðu, sum fer at arbeiða væl saman, sigur Lisbeth L. Petersen at enda, nú líkt er til, at fara at verða fýra ár í andstøðu í parti við Javnaðarflokkinum.