Fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum og fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Lisbeth L. Petersen, hevur avgjørt ikki at stilla uppaftur til komandi løgtingsval Á sjálvum kvinnudegnum hevur ein av teimum trimum kvinnunum í Løgtinginum, sum hevur longstu royndirnar í politikki, kunngjørt, at hon ikki stillar uppaftur til komandi løgtingsval. Hetta hevur hon boðað veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy frá í dag.
Lisbeth L. Petersen varð fyrstu ferð vald inn á ting í 1990 og hevur verið afturvald á hvørjum løgtingsvali síðani. Sambandskvinnan hevur eisini drúgvar royndir innan kommunalpolitikk. Frá 1984 til 2000 var hon limur í Tórshavnar Býráði, har hon var býráðsformaður frá 1992 til 1996.
Í 2001 var hon, sum fyrsta føroyska kvinnan, vald í Fólkatingið, men stillaði ikki uppaftur við fólkatingsvalið í 2005.
Innan Sambandsflokkin hevur Lisbeth L. Petersen verið starvsnevndarlimur, floksskrivari og nevndarlimur og formaður í veljarafelagnum Føroya Væl, sum er valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy. Frá 2001 til 2004 varð hon formaður floksins.
Eisini innan kvinnurørsluna hevur Lisbeth L. Petersen gjørt vart við seg. Frá 1982 til 1986 var hon næstformaður í Kvinnufelagssamskipan Føroya.










