Politikkur
Fólkatingskvinnan fyri Sambandsflokkin, Lisbeth L. Petersen, hevur fingið ein skrivara afturat, soleiðis at skrivstova hennara nú verður mannað við tveimum skrivarum. Stutt eftir, at hon varð vald, setti Lisbeth L. Petersen Sonju Albrink sum skrivara. Sonja Albrink er sjálv fyrrverandi fólkatingskvinna.
?Av tí, at hon (Sonja Albrink, blðm.) ikki er so væl inni í teimum politisku viðurskiftunum, sum gera seg galdandi í Føroyum, hevur Lisbeth L. Petersen gjørt av, eisini at seta Atla Rasmussen úr Klaksvík í starv sum skrivara, sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.
Atla Rasmussen, sum lesur búskaparfrøði í Keypmannahavn, skal fyri tað mesta hjálpa til við teimum føroysku málunum. Í tíðindaskrivinum sigur Sambandsflokkurin, at nú styrkta skrivstovan vil gera tað møguligt hjá Lisbeth L. Petersen at røkja fólkatingsstarvið, sjálvt um hon er í Føroyum.
Tað verður harafturat sagt í tíðindaskrivinum, at Lisbeth umboðar Sambandsflokkin á Fólkatingi, men er partur av tingbólkinum hjá Venstre.