Lisa Marie Presley innløgd við hjartatilburði

Óvissa valdar um støðu hennara. Men sagt verður tó, at hon fær viðgerð.

Kenda sangkvinnan, og dóttir Elvis Presley, Lisa Marie Presley, hevur fingið hjartastøðg, og hendi hetta í heimi hennara í Calabasas, vita miðlar at siga frá TMZ.

 

Hon sigst hava fingið hjartaviðgerð á staðnum, innan hon varð flutt á sjúkrahús, men enn sigst, at óvissa valdar um støðu hennara. Men sagt verður tó, at hon fær viðgerð.

 

Lisa Marie Presley, ið er dóttur Elvis Presley og Priscillu Presley, tók týsdagin lut í Golden Globe Awards, har hon saman við mammu síni var hjástødd, tá Austin Butler vann heiðursløn fyri leiklut sín sum Elvis í filminum Elvis.

 

54 ára gamla Lisa Marie eigur 3 børn, og hon hevur verið gift Michael Jackson og Nicolas Cage.

 

Í mong ár átti hon Elvis Presley Enterprises, innan hon í 2005 seldi av ognum sínum.

 

Enn eigur hon Graceland, húsini hjá pápanum, ið doyði 42 ára gamal tann 16. uguast 1977, orsakað av hjartatilburði, sigst.