Lisa Fredriksberg hevur virkað í lovsongsbólkinum í Kelduni, síðan hon var
11 ára gomul. Hon hevur eisini sungið og spælt saman við mongum bólkum gjøgnum árini.
- At syngja hevur altíð verið ein naturligur partur av mær, sigur Lisa frá.
Síðsta ár gav Lisa fløguna ”Reis teg upp” út. Henda fløga fekk sera góða móttøku, og tá 4 mánaðir vóru frálidnir vóru tey 2000 fyrstu eintøkini seld. Lagið
”Reis teg upp” hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum, í sendingum sum Tit skriva, vit spæla, Kvøðuljómunum og Ynskiløtuni.
Sangurin hevur verið ein sonn landaplága, og verður uttan iva á skránni, tá Lisa spælir á Fjarðafestivalinum.