Lisa í Dali, Kári Sverrisson og Lyon í Tøting

Í kvøld verður ein áhugaverd konsert í Tøting í Gøtu. Kári Sverrisson, Lyon og Lisa í Dali framføra í kvøld.

 

Hetta er seinasta tiltakið hjá Grót áðrenn G! Festivalin.

 

Kári Sverrisson fer í kvøld at spæla við bólki. Bólkurin, ið Kári hevur aftrat sær, eru tónleikarar úr Bendar Spónir, og fyrireikarar siga, at hetta er ein sera áhugaverd samanseting.

 

Ungi gøtumaðurin Lyon fer eisini at framføra í kvøld við sínum egna beinrakna, inniliga og stundum gandakenda tónleiki.

 

Sum óskrivað blað vann Lisa í Dali føroysku singer/songwriter kappingina í fjør. Lisa stóð stutt eftir hetta á palli í G! Festivalinum 2011. Lisa í Dali fer í eisini at framføra í Tøting í kvøld.

 

Konsertin byrjar klokkan 20.00