Føroyar eru nú aftur komnar í bólk saman við heimsmeistarunum úr Italia, men Marcello Lippi hevur enn ikki nevnt Føroyar við einum orði. Hann hugsar meira um, at tað er ein rættiliga javnur bólkur millum tey fremstu. – Vit hava fingið ein javnan bólk, har bæði Slovenia og Serbia, sum bæði eru við til HM, eru við, sigur Marcello Lippi, italskur landsliðsvenjari, við Gazzetta.it. Hann leggur afturat, at hann heldur tað vera ein fyrimun at vera í einum bólki við seks londum.