Enn ein avdúking varpar nú ljós á, hvussu álvarsliga norska løgreglan varð tikin á bóli 22. juli, og hvussu hon als ikki dugdi at handfara støðuna á besta hátt.
Verjin hjá Anders Behring Breivik, Geir Lippe, sigur í dag við Aftenposten, at terrosskuldsetti maðurin týsdagin og mikudagin í longum avhoyringum hjá løgregluni greiddi frá, at hann langt frá var nøgdur við responsin hjá løgregluni upp á samtalurnar, hann hevði ringt til løgregluna frá Utøya.
Undir avhoyringini hevur hann greitt frá, at hann undir einum steðgi í massakruni fleiri ferðir ringdi 112 fyri at yvirgeva seg.
- Hann greiddi frá, at hann í góðari tíð áðrenn hann varð handtikin, sjálvur ringdi til løgregluna. Hann sigur, at hann ringdi tíggju ferðir, og at hann kom ígjøgnum tvær ferðir. Hann presenteraði seg tá sum kommandør og uppgav sítt fulla navn. Klientur mín upplýsti, at hann ynskti at yvirgeva seg kapitulera, sum hann orðbar seg og bað um váttan frá løgregluni, at tað var góðtikið. Hann sigur seg ikki hava skilt svarið, hann fekk, og bað tá um at verða ringdur upp aftur fyri at tryggja sær, at boðini um yvirgevingina vóru móttikin, sigur Geir Lippe við Aftenposten.
Verjin undirstrikar, at hann ikki hevur sæð telefonloggin, men at hann hevur biðið um at hoyra upptøkurnar.
Sambært Breivik skal hann hava bíðað eina løtu eftir, at løgreglan ringdi hann upp aftur, og tað samsvarar væl við vitnisfrágreiðingar um, at steðgur var í skjótingini eina løtu.
- Løgreglan ringdi ongantíð aftur. Í hansara høvdi tók hann so eina avgerð, ið er trupul at skilja: antin at gera av við seg sjálvan, ella halda fram við tí, hann kallar operatiónin. Hann valdi so at halda fram at skjóta, til løgreglan kom, sigur Geir Lippe við Aftenposten.