Lions Tórshavn býtir út gávur

Summarsølan og ólavsøkutiltakið hjá Lions Tórshavn gav so mikið av sær, at høvuðsevnið á novemberfundinum hjá felagnum var at býta út peningin til vælgerandi endamál.

Sluppin Westward Ho er í ringum standi og arbeitt verður í løtuni við at útvega pening, so at henda gamla sluppin kann setast í nýtiligan stand.

Samtykt varð at lata kr. 30.000 til endamálið.

Herbergið hjá Frelsunarherinum ger eitt gott arbeiði til tess at hjálpa teimum, sum liva á lívsins skuggasíðu í býnum. Dag og dagliga hoyra vit um fólk, sum fáa bæði mat og song frá Frelsunarherinum. Lions læt Herberginum kr. 17.500,-.

Ergoterapiin á Landssjúkrahúsinum fekk 4 súkklur og 4 fallhjálmar. Heldur enn at fáa pening, valdu tey, sum standa fyri ergoterapiini, súkklurnar, sum tey kunnu brúka í sínum dagliga arbeiði.

Havnar Hornorkestur, sum mangan hevur dugnað Lions, og sum annars ofta

hevur sett sín dám á tiltøk, stór sum smá, fekk kr. 5.000,-.