Lions Tórshavn vil stuðla tilgongdini hjá Sinnisbata at byrja eina sokallaða Headspace-skipan, sum er eitt fyribyrgjandi lággáttartilboð til ung, við lættari sálarligum avbjóðingum.
Við Headspace kunnu tey ungu tosa um ivamál og avbjóðingar í einum skipaðum og opnum felagsskapi. Líknandi tilboð er í fleiri norðurlondum og nú skjótt eisini í Føroyum.
Um dagarnar handaði Leif Ellingsgaard, forseti í Lions Tórshavn, Sinnisbata stuðulin á limafundi. Stuðulsupphæddin upp á 180.000 krónur var ágóðin frá árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions Tórshavn í Müllers pakkhúsi.
Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, tók ímóti stuðlinum, og Ninna Reinert Simonsen, sum starvast á skrivstovuni hjá Sinnisbata, greiddi frá virkseminum hjá felagnum, við serligum denti á Headspace, sum arbeitt verður við løtuni.










