Lionsárið endaði í Klaksvík

Um vikuskiftið savnaðust Lions Club limir úr øllum Føroyum til Leyvuting í Klaksvík. Hetta var samstundis endin á Lionsárinum, og

uppmøtingin var stak góð frá øllum feløgunum kring landið

 

Seinasta leygardag høvdu tey fimm Lions Club feløgini í Føroyum árliga leyvutingið í Klaksvík. Leyvutingið verður hildið fyri at markera, at Lionsárið er av.

Á middegi leygardagin hittust Lionslimirnir úr øllum Føroyum í býráðshúsinum í Klaksvík, har borgarstjórin bjóðaði vælkomin og greiddi frá um ymiskar ætlanir í Klaksvík.

Aftaná vitjaðu Lionslimirnir í Kappróðrarneystinum í Klaksvík, har hugt varð eftir nýggju kappróðrarbátunum hjá felagnum. Lions Club, Klaksvík hevur latið pengar til ein teirra ? Fípuna Føgru.


Gestarøðari

Síðani varð sjálvt leyvutingið sett í Skálanum. Tosað varð um farna ár hjá hvørjum einstøkum felag. Eisini var ein gestarøðari, Olga Biskopstø, og røddi hon um økismenning.

Lionslimirnir og makarnir vóru í Klaksvík. Meðan lionslimirnir hvødu leyvuting á loftinum í Skálanum, vóru kvinnurnar og vitjaðu á vevskúlanum, á Fornminnissavninum og í Christianskirkjuni.

Klokkan 17.00 møttust limirnir og lionessurnar í Atlantis. Har var ymiskt undirhald, har millum annað Vísumenn, limir úr Klaksvíkar Hornorkestur og bólkurin Chane spældu.

Leyuvtingið endaði við veitslu í Skálanum.