Lions latið stuðulsgávu til Grindavík

Lions Føroyar hevur latið í búgvum í Grindavík í Íslandi 100.000 krónur í gávu

Tað er eftir náttúruvanlukkuna, sum hevur rakt Grindavík eftir jarðskjálvta og eldgos, at Lions Føroyar hevur latið íbúgvunum í Grindavík gávuna. Lions Føroyar skrivar soleiðis:

»Góðu íbúgvar í Grindavík! Lions Føroyar, sum er umboðaður av hesum Lions klubbum: LC Tórshavn, LC Suðuroy, LC Vágar, LC Eysturoy/Klaksvík, LC Tindur og LC Liljan.

Vilja við hesum skrivi vísa okkara samkenslu í hesi sváru tíð í samband við tí álvarsligu náttúruvanlukku, ið rakti tykkum íbúgvar í Grindavík.

Vónandi koma tit skjótt og væl fyri aftur, og vilja vit eisini fegin vera við til, at lata eina peningagávu í gjøgnum Lions Club Grindavík.

Vónandi kann gávan verða tykkum íbúgvum at gagni, og har ið tit (klubburin) metir, at peningurin kemur best og flest til hjálpar.

Vit vilja við hesum skrivi geva tykkum:

DKK 100.000 

Má Harrin hjálpa tykkum í hesi sváru tíð.«

 

Føroyar, tann 25. januar 2024.

Við samkenslukvøðu

Lions Føroyar

 

##med2##

##med3##