Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi, har ikki færri enn 72 listafólk sína fram síni listaverk. Tað er tað mesta nakrantíð!
Sum vant, fer ágoðin av framsýningini til vælgerandi endamál, og hesa ferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at pengarnir skulu fara til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Føroysku sjúklingarnir niðri eru fluttir í nýggj høli, men har er enn alt ikki komið upp á pláss, og tí fer ágóðin frá framsýningini óskerdur til nýggj sjónvørp á nýggja sjúklingahotellinum.
Drigið verður eisini millum øll tey seldu atgongumerkini um ein málning, sum Hilmar Højgaard hevur málað.
Málningaframsýningin í Müllers Pakkhúsi er opin ólavsøkuaftan 28. juli frá klokkan 14 til 20, ólavsøkudag 29. juli frá klokkan 14 til 20 og mánadagin 30. juli frá klokkan 16 til 20.