Lions klubbarnir í danska ríkinum, og sostatt eisini í Føroyum, hava nú avgjørt at lata 500.000 krónur í neyðhjálp til flóttafólk úr Sýria.
Føroyski parturin av neyðhjálpini verður 25.000 krónur, sum klubbarnir í Føroyum hava samtykt at lata úr vanlukkugrunninum hjá felagsskapinum.
Stuðulin verður latin í samstarvi við felagsskapin, Læknar Uttan Mørk” og er serliga markaður til mammur og børn í eini flóttafólkalegu í Jordan. Eini 120.000 flóttafólk úr Sýria eru í leguni. Annars eru 500.000 flóttafólk úr Sýria í Jordan.
Í leguni er bráðneyðugur tørvur á heilsuhjálp og tilfari og útgerð og tey, sum líða eina ringast, eru kvinnur við barn, sum onga hjálp fáa at eiga.
Ein avleiðing er, at nýføðingar fáa heldur onga viðgerð fyri lívshóttandi sjúkur, sum annar lættliga kunnu viðgerast.
Læknar Uttan mørk leggja tískil serligan dent á at hjálpa kvinnum við barn og nýføðingum. Í hesum sambandi er læknamiðstøð latin upp, sum hevur avgerðandi týdning fyri møguleikan hjá kvinnum við barn, og nýføðingum, at hóra undan.