Ígjár vóru FIFA The Best virðislønirnar handaðar í París í Fraklandi.
Tað blivu tveir landsliðsvenjarar sum blivu kosnir at vera heimsins bestu venjarar.
Argentinski, Lionel Scaloni sum førdi Argentina til HM-gull var valdur at vera besti venjarin hjá monnum.
Niðurlendska, Sarina Wiegman sum førdi Ongland til eitt EM-gull á heimavølli var vald at vera besti venjarin hjá kvinnum.
Í fjør bleiv Sarina Wiegman eisini heiðursborgari í London, og hon fekk eisini ein OBE (Order of the British Empire).