Komandi leygardag spæla Real Madrid og FC Barcelona í sponsku landskappingini. Dysturin, sum hevur fingið heitið ”El Clasico”, hevur verið merktur av, at fleiri lykla spælarar hjá báðum liðunum eru ivasamir.
Fyri Barcelona kemur tað væl við, at stjørnuspælarin, Lionel Messi, tykist blíva klárur, eftir at hann hevur verið skaddur í knænum í skjótt tveir mánaðir. Hann vandi í gjár við liðnum og spældi við bólti. Tí bendir nógv á, at hann verður tøkur.
Eisini málverjin Marc ter-Stegen, og miðvallarin Ivan Rakitic, hava skaðar at dragast við. Fyrrnevndi verður helst tøkur, meðan tað er meiri óvist um Ivan Rakitic verður tøkur.
Benzema tøkur aftur
Fyri Real Madrid kemur tað væl við, at spælarar sum Karim Benzema, Sergio Ramos og Marcelo allir helst blíva klárir.
Umstríddi franski framherjin, Karim Benzema, hevur verið skaddur í eina tíð, og hevur annars verið íblandaður eini sjónbandagølu. Sergio Ramos er skaddur í økslini, og skal undir skurð. Hann hevur tó valt at bíða við skurðviðgerðini til eftir ”El Clasico”, so hann kann spæla dystin fyrst – helst upp á pínistillandi.
Økt trygd
Trygdin verður økt til dystin, sum verður á Santiago Bernabéu í Madrid. Tað eru álopini í París, sum leggja til grundar fyri tí.
Fleiri løgreglufólk verða á staðnum, og áskoðararnir verða kannaðir áðrenn teir sleppa á leikvøllin. – Hvør tvíflís verður kannað, verður sagt úr Madrid.
”El Clasico” uppgerðin verður leygardagin klokkan 17.15