Real Madrid er meistari fyri 34. ferð í Spania, men tað er enn eina ferð Lionel Messi, sum stjelur persónligu heiðarnar. Við tveimum málum í seinasta umfarinum endaði hann, fyri sjeyndu ferð og fjórðu ferð upp í salg, ovastur á toppskjúttaralistanum í Spania. Tað er met.
Lionel Messi, sum nú er blivin 33 ára gamal, er eftirhondini tann einasti útispælarin í heimsflokki hjá FC Barcelona. Tað er fleiri ferðir komið til sjóndar í hesum kappingarárinum, har argentinski bóltsnillingurin hevur skorað 25 mál og hevur lagt upp til 21 mál. Hetta er fyrstu ferð í 12 ár, at toppskjúttin í La Liga ikki hevur skorað minst 30 mál. Tey 20 uppleggini hjá Lionel Messi er nýtt met í FC Barcelona.
Lionel Messi yvirhálar nú baskiska Telmo Zarra, sum í tíðarskeiðnum 1940 til 1955 vann heiðurin seks ferðir. Lionel Messi og FC Barcelona kunnu framvegis vinna gull í hesum kappingarárinum, men tað krevur ein sigur í Champions League.











