Tveir teir fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League hava verið, nú nýggja tíðspunktið er sett í verk, har tveir dystir eru klokkan 17.55. Lionel Messi er – sum altíð – í heimsflokki.
Les eisini: Grundleggjandi broyting í Champions League
FC Barcelona vann 4-0 á hollendska PSV Eindhoven. Lionel Messi, sum ikki er í uppskotið til ársins spælara í ár, skoraði hattrik. Eitt fríspark upp í málhornið í fyrra hálvleiki, meðan hann tvær ferðir bleiv spældur leysur í seinna hálvleiki. Franski heimsmeistarin, Ousmane Dembélé, setti punktum, tá hann stutt fyri tíð dribblaði framvið trimum og sendi bóltin í málið.
Í hinum dystinum í bólki B, vann Inter Milan 2-1 á Tottenham. Tað vóru annars gestirnir úr London, sum løgdu seg á odda, tá danski Christian Eriksen royndi seg við skoti. Eitt sindur heppið endaði bólturin í málinum.
Inter Milan javnaði fimm minuttir fyri tíð, tá Mauro Icardi fluktaði bóltin í málið uttanfyri 16-meturin. Í yvirtíðini skoraði Matias Vecino avgernadi málið, eftir deyðbólt. Hetta merkir, at FC Barcelona og Inter Milan liggja á odda í bólkinum.
Bólkur B:
1. FC Barcelona 3 (stig)
2. Inter Milan 3
3. Tottenham 0
4. PSV 0










