Línuskipini landa seinast í vikuni

Tvey línuskip eru á Flemish Kap, og væntandi fer tað triðja yvir aftur, tá túrurin undir Føroyum er lokin.

- Festu línuskip eru antin til fiskiskap ella fara út í næstum. Vit rokna við, at tey flestu koma inn at landa seinast í vikuni sum kemur.

 

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at línuskipini fiska bæði á djúpum eftir brosmu og longu og grynri eftir toski og hýsu.

 

Tvey línuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Tað eru Klakkur og Kambur, og har verður veiiðan fryst umborð.

 

- Eitt triðja línuskip fer helst avstað í næstum yvir á Flemish Kap, men tað er á ísfiskaveiði eftir toski í løtuni.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, og sambært veðurforsagnum verður hampiligt veður.

 

- Útróðrarbátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu, verður lagt aftrat.