Vørn hevur í dag skrivað 16 makrelloyvi út afturat. Í hesum umfari er talan um átta trolarar í bólki II, tríggjar flakatrolarar, ein rækjutrolara og fýra línuskip.
Trolararnir í bólki II eru Brestir, Fram, Plumin K, Rankin, Suðringur, Tórun K, Vesturbúgvin og Vesturleiki. Flakatrolararnir eru Enniberg, Gadus og Sjúrðarberg, tey fýra línuskipini eru Klakkur, Jákup B, Núpur og Kvikk, og rækjutrolarin, sum sleppur at fiska makrel, er Sermilik II.
Trolarar í bólki II hava eina felagskvotu upp á 22.500 tons, felagskvotan hjá flakatrolarunum er 4.400 tons, og tað er felagskvotan hjá rækjutrolarunum eisini. Línuskipini hava felagskvotu, sum er 1.400 tons.
Fyrr í vikuni fingu 25 trolarar loyvi at fiska makrel, og sum sum skilst koma fleiri loyvi afturat.










