Línuskip fiska nær og fjar

Streymurin verður góður, men veðurútlitini eru ivingarsom.

 

- Eitt línuskip fiskar í Eysturgrønlandi og frystir veiðina umborð. Tvey frystilínuskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt línuskip fiskar í Íslandi og kemur inn at landa mánadagin.

 

- Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og fáa mest av toski, svartkalva og so nakað av blálongu og lira. Hesi bæði skipini koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni sum kemur.

 

At enda eru tvey ísfiskalínuskip á landgrunninum. Tey fáa mest av toski, longu og hýsu.

 

- Eitt av skipunum undan Føroyum kemur inn at landa mánadagin og eitt kemur miðskeiðis í næstu viku.

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, men veðurútlitini eru einki serlig.

 

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri fyrst í vikuni, men roknað verður ikki við, at nakar serligu útróður verður seinni í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at bátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu.