Sum siður hevur verið í mong ár, fer Linubólkurin aftur í ár í Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn við skaldsligum tilfari.
Linubólkurin er hjábólkurin í Havnar Sjónleikarfelag, uppkallaður eftir slóðaranum Linu Larsen.
Hesaferð hevur Linubólkurin avrátt at fara á pallin í Tilhaldinum við tilfari úr tí ríka tilfarinum hjá Gunnari Hoydal, rithøvundi og skaldi.
Í Linubólkinum gleða tey seg til at bera fram hugleiðingar um skaldskapin hjá Gunnari Hoydal, brot úr skaldsøgum, umframt yrkingar og eisini sangir, sum Gunnar hevur yrkt.
Í Linubólkinum hesaferð eru Hjørdis Trónd, Jytte Joensen, Eyrith Leyni, Fía Norðberg, Gunhild V Michelsen, Arnold Eyvindsson og Hjalmar Holm. Framsøgumaður er Sonne Smith
Tiltakið er í Tilhaldinum fríggjadagin, 27. januar klokkan 17.