Støðan á markinum millum Kolombia og Venesuela er ikki so spent longur Venesuela hevur tikið sínar hermenn burtur frá kolombiska markinum, og Hugo Chávez, forseti, hevur endurskipað tað diplomatiska sambandið millum tey bæði grannalondini.
Venesuelska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at diplomatarnir, sum fingu boð um at koma heim úr Kolombia, verða nú sendir aftur til kolombiska høvuðsstaðin Bogota. Í kunngerðini stóð eisini, at Kolombia kann senda sínar diplomatar aftur á sendistovuna í Caracas.
Støðan millum Kolombia øðrumegin og Venesuela og Ekvador hinumegin hevur verið spent, síðani kolombiskir stjórnarhermenn fóru inn í Ekvador, har teir søktu at einari støð hjá kolombiska uppreistrarfelagsskapinum FARC. Álopið kostaði 17 FARC-limum lívið, og næstovastin í FARC var ein teirra.