Fótbóltur
Tá B36 í fyrru kappingarhálvu vann á Skála, var hetta samstundis byrjanin til ein langan spurt, sum tók liðið upp á oddasessin í deildini. Tað ferðin var talan um ein dyst, sum var av tí heldur keðiliga slagnum, men har stigini høvdu størstan týdning, og í so máta var talan um eina líknandi uppliving í Gundadali sunnudagin.
Ein perla avgjørdi
Leikliga var dysturin nevnliga als ikki upplivilsi. Fyrstu løtuna var kanska eitt sindur av lívi í áskoðarafjøldini hjá heimaliðnum, sum sá hvítklædda liðið spæla seg fram til eina fleiri málmøguleikar, og sum tvær ferðir innan fyrsta lítla korterið eisini megnaði at gera sær dælt av hesum.
Fyrru ferðina vóru skálamenn tó ónøgdir um, at dómarin ikki bríkslaði fyri frísparki, tá Jákup á Borg ótilvitað nýtti hondina at fáa tamarhald á bóltinum. Tá skálamenn bíðaðu, og dómarin tagdi, gjørdi landsliðsmaðurin tó bart, og so var B36 á odda.
Hetta tóktist tó bara vera startskotið hjá B36, og løtu seinni var bólturin aftur í Skála-málinum, og hesa ferð var tað eingin, sum kundi mótmæla. Allan Mørkøre sendi diagonalt til John Petersen, sum var staddur nakað yviri í vinstra borði, og so kundu gestirnir bara hyggja at, meðan skálamaðurin fyrst lyfti bólti upp um verjuleikara, áðrenn hann við einum dómadagsskoti fluktaði bóltin í kassan, uttan at Skála-málverjin hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri.
Uttan iva var hetta dagsins detalja í dystinum, og spurningurin er so, um áskoðararnir fingu so øgiliga nógv annað fyri peningin. B36 royndi næstu løtuna at trýsta, men um miðjan hálvleikin fekk Skála aftur skapt nakað av spenningi í dystin.
Alexander Johansen vann sær brotsspark í nærdysti við Fróða Clementsen, og hóast tað nú vóru havnarmenninir, sum mótmæltu, so hjálpti hetta lítið. Brotssparkið sendi Iulian Florescu trygt í netið, og so kundi ein kanska hildið, at meira lív kom í dystin, men so varð ikki. Als ikki.
Leyst krút fyri restina
B36 fánaði at kalla burtur. Kanska í óttanum fyri einum eyðmýkjandi stigamissi, og tó at Skála í nógvum lutum spældi skilagott og væl skipað, so restaði teimum broddin, sum veruliga kundi hótta B36.
Onkrir málmøguleikar komu tó tað, sum eftir var av dystinum, og millum annað kundi Jákup á Borg avgjørt, tá hann hevði góðan møguleika at stúta, men tað gjørdist tó av ongum. Hjá Skála komu vandamestu støðurnar við deyðbóltum, og tað undirstrikar kanska trupulleikan, sum liðið hevur at spæla seg fram til veruligar málmøguleikar. Ein trupulleiki, sum meira enn nakað annað tykist skula kosta teimum sætið í bestu deildini, tá kappingarárið er runnið. At so ein tann vandamesti álopsleikarin í føroyskum fótbólti er skálamaður, og at hesin við einari perlu var tungan á vágskálini sunnudagin, man vera lagnunnar speisemi í so máta.
At liðið so eisini fekk ein annan trupulleika undan dystinum, tá Eugen Voda datt á súkklu síni, og soleiðis ikki fekk vart málið sunnudagin, er ein onnur søga, men hon er neyvan viðvirkandi til at betra møguleikarnar hjá liðnum at standa seg í kappingini um at sleppa av botnsessinum.
Hjá B36 er støðan í so máta nakað hugaligari. Hóast alt, so er liðið framvegis á heiðursmerkjaplássum, men vónirnar undan árinum vóru tó til væl meira enn tað. Enn livir seinasta vónin um, at tað kanska kann eydnast at taka grannarnar úr HB aftur. Men so krevst fyrst og fremst, at HB snávar í onkrum av sínum uppgerðum umframt teirri móti B36, og hartil skal spælið hjá B36 helst lyftast eina tonn ella tvær, um teir skulu gera sær vónir at fáa fulla úrtøku í truplu útidystunum, sum enn standa á skránni.
Dysturin í tølum
B36-Skála 2-1 (2-1)
1-0: Jákup á Borg, 6
2-0: John Petersen, 12
2-1: Iulian Florescu, 14 (br.)
Dómari: Lassin Isaksen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Fróði Clementsen, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen ? Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen, Niels Joensen ? Jákup á Borg, John Petersen, Heðin á Lakjuni
Skála: Heini Kristiansen ? Arnhold Berg, Ronnie Hansen, Dusan Jaic, Iulian Florescu ? Alexander Jovevic, Sveinur Justinussen, Pauli Hansen, Hanus Thorleifsson ? Alexander Johansen, Jonhard Frederiksberg










