Fótbóltur
Klaksvíkingar høvdu lítið at frøast um í gjár. Í nógva vindinum og kuldanum á Injetcor Arena sóu teir seg gjarna fáa øll stigini. Fótbóltsspælið var í stórum løtum út av lagi í málleysa javnleikinum. Stutt sagt, so var talan ikki um nakra stóra uppliving á 104 ára føðingardegnum hjá Klaksvíkingar Ítróttarfelag.
Gomlu risarnir í føroyskum fótbólti líktust tí, sum teir seinnu árini eru vornir. Tvey lið, sum ikki megna tað, sum fjepparar, fótbóltsáhugaði og ikki minst feløgini sjálvi vænta og vóna. Klassikarin var ikki serliga væl leiktur, har serliga nógvi vindurin fekk stóra ávirkan. Hóast klaksvíkingar fóru vónbrotnir til hús, so er veruleikin, at teir vunnu eitt kærkomið stig í botnstríðnum.
Rodrigo stóð seg væl
Størsta og kanska mest óvæntað broytingin í KÍ-hópinum var, at Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, ikki stóð á síðulinjuni. Hann var leikbannaður, og tí stóð Trygvi Mortensen, hjálparavenjari, á odda fyri klaksvíkingum hendan dagin. Og hann kundi fyrstu løtuna gleðast um væl upplagda Rodrigo Silva, sum var framherji í vinstru. Pætur Jørgensen, sum var vongverji í høgru, hevði stórar trupulleikar av brasiliumanninum í fyrra hálvleiki, og áðrenn umfarið var hálvrunnið, hevði hann gjørt trý fríspark móti honum.
Dysturin hevði ikki tað stóra at bjóða. Grundleggjandi manglaði hugflog og gjøgnumbrot í framrættaða spælinum, har liðini royndu at leggja nógv fyri. Í verjustøðu stóðu bæði væl. Tað eydnaðist hvørgum at trýsta mótstøðuliðið, og sum dysturin leið gjørdist alt heldur tilvildarligt.
Vøllurin
Tað er eyðvitað, at graslíkivallirnir við gummileydum taka ferðina av spælinum. Tað var næstan syrgiligt at síggja í gjár, at bólturin skuldi sendast upp frá fyri at fáa ferð á hann. Tað loysti seg oftast væl betri, tíverri.
Dagfinn Olsen dømdi dystin á Injetcor Arena, og tað gjørdi hann fyrimyndarligt. Fingur kann ikki setast á nakra avgerð, og hann loysti allar ivastøður í samráð við leikararnar. Flott.
KÍ vísti tenn
Seinni hálvleikur var heldur frægari. Hann øtlaði vindin, og tað gav KÍ lítlan fyrimun, sum hevði vindin undan. HB søkti at málinum fyrstu minuttirnar eftir hvíldina, og Milan Kulic, Hendrik Rubeksen og Rókur av Fløtum Jespersen vóru tætt við. Vandamestu royndina átti Rógvi Jacobsen, tá hann hegnisliga legði bóltin niður, áðrenn hann smekkaði til úr 20 metrum. Marcin Dawid fekk vart fyri skotroyndini. KÍ vísti tenn seinastu løtuna, men teir vóru ongantíð nær við at fáa avgerandi málið.
Andrew av Fløtum stóð seg væl sum framherji hjá HB. Fyrrverandi landsliðsleikarin dugdi væl at halda bóltinum og sleppa sær skilagott av við hann. Saman við Róki av Fløtum Jespersen var hann mest eyðsýndur á HB-liðnum.
KÍ vann sær hóast alt eitt kærkomið stig í gjár. Bæði Skála og B71 taptu sínar dystir, og fjarstøðan til niðurflytingarstrikuna er nú trý stig. HB stríðist framvegis fyri heiðursmerkjum, og mátti síggja Víking fara fram um á stigatalvuni.










