LinkedIn: Broytið tykkara loyniorð

Hevur tú ein vanga á LinkedIn, burdi tú skunda tær at broytt títt loyniorð. Sambært einum tíðindaskrivi frá LinkedIn eru loyniorðini til upp móti 100 milliónir vangar nevniliga stolin. 



Tað var í 2012, at teldusníkar í einum stórum dátustuldri fingu atgongd til upplýsingarnar hjá 100 milliónum fólkum. Nústaðni nú eru upplýsingarnir komnir undan kavi, og tað er á myrkanetinum, at upplýsingarnar hjá 100 milliónum fólkum nú liggja.

 

 

Myrkanetið verður eisini kallað TOR-netið, og tað er ein serligur partur av alnótini, har tú skalt nýta ein serligan kaga. Her kunnu fólk í skjól av myrkrinum fremja brotsverk uttan at seta talgild fótaspor eftir sær. Tí er myrkanetið millum annað blivið serstakliga vælumtókt millum brotsfólk og teldusníkar.


Á LinkedIn eru 400 milliónir vangar, og tað eru sostatt upp móti hvør fjórði vangi, sum kann hava verið undir álopi. Hevur tú havt ein vanga á LinkedIn síðan 2012, er tað tí stórur kjansur fyri, at tín teldupostadressa og títt loyniorð nú liggur til sølu á myrkanetinum.

Størsti vandin er, at eftirsum vit ofta nýta somu loyniorð á ymiskum heimasíðum, er lætt hjá brotsfólki at finna fram til eymar upplýsingar sum kontonummar, adressu og annað.

 

 

Boðini frá LinkedIn er tí greið: Broytið tykkara loyniorð.