Í kvøld ferð danski poppbolkurin Infernal á pall í Luux í Havn.
– Infernal fekk fjøldina at koka seinasta ár á Tórsfest, sum var 26. juli i fjør. Nú koma tey so aftur, og tey eru tey lend í øllum góðum, sigur Rúni Djurhuus frá Luux.
– Man kann ikki siga annað enn, at Infernal og Lina Rafn eru vorðnir sannir føroyavinir, sigur hann.
– Hettar er fjórðu ferð, at tey eru í Føroyum, og hevur Lina Rafn fingið bæði Lindu Andrews og nú Jogvan í x factor-finaluna, so tað eru uttan iva fleiri føringar, sum gleða seg til í kvøld, sigur hann.