Í kvøld sleppa line dansrar at royna seg í Róðrarneystinum á Argjum. Hetta verður fyrstu ferð, at skipað verður fyri almennum line-dansi kvøldi burtur av, men pláss verður eisini fyri vanligum nsi Line dansarar kunnu nú royna seg, úti í Róðraneystinum á Argjum í kvøld.
Nógv fólk runt í landinum, hava gingið til Line-dans í nógv ár, í kvøld er tað fyrstu ferð, at tey av álvara sleppa at royna seg. Fyrireikararnir, sum er ein áhugabólkur av line-dansarum sigur, at hóast tað eru cuntrty-kvøld viðhvørt, er tað tíverri ongantíð rúm fyri line-dansi.
Hóast line dansurin verður tað, sum kvøldið snýr seg um, verður eisini pláss fyri vanligum enskum dansi.
Róðrarneystið letur upp klokkan 23.