Line á Barnafestivalinum í Grasagarði

Fyri fyrstu ferð er tað ein genta, sum er høvðusnavnið á Barnafestivalinum 7. juli, sum Margarinfabrikkin skipar fyri.

 

15 ára gamla Line Larsen luttók í danska x-factor, hennara mentor var Pernille Rosendahl, og hon gjørdist nr. 2 í finaluni.

 

Síðani finaluna hevur hon framført í Danmark og fingið nógvar fjepparar. Á hennara facebook síðu sæst eisini, at hon er vinur við nógvar føroyskar fjepparar.

 

Hon hevur útgivið sín egna sang, »Efter dig«, sum hon heilt vist fer at framføra í Grasagarði 7.juli.

 

Meira kunning um fjølbroyttu skránna er á www.fabrikkin.fo og á facebook síðuni »Barnafestivalurin«.

 

 

Sangurin:

www.youtube.com/watch