Fyri viku síðani skrivaðu vanligu morgunvertirnir á Rás2 hósmorgnar, Rannvá Gaard Fossaberg og Eyðun Klakkstein, út kapping, har lurtararnir kundu senda inn sms og greiða frá, hví júst viðkomandi skuldi fáa høvi at verða meðvertur á Rás2 eina viku seinni.
Tað varð Linda Davidsen úr Kvívík, sum vann kappingina, og í morgun hevur hon so verður Rás2 vertur í morgunsendingini saman við Rannvu og Eyðun.
- Mær dámar væl, betri enn eg hevði roknað við, segði Linda Davidsen, tá vanligu vertirnir spurdu, hvussu henni líkaði fyrstu tímarnar.
Okkurt var, ið kom eitt sindur óvart á hjá henni, men í síni heild tóktust Rannvu og Eyðun, at hon hevði staðið seg stak væl.
- Hetta er eitt einaferð innslag. Vit gjørdu tað sama fyri tveimum árum síðani, og tóku so táttin upp aftur seinasta hósdag. Og vit valdu so sms'ið hjá Lindu út. Eg haldi tað gekk væl í morgun, sigur Eyðun Klakkstein.
Ikki er greitt, um og nær eitt líknandi tiltak verður aftur í morgunsendingini á Rás2.