Lindsay Lohan ilskast í løtuni um, at hon er tveitt úr væl umtóktu síðuni Facebook.
Lindsay hevur leingi nýtt bæði Facebook og MySpace sera nógv, men herfyri steðgaðu mennirnir handan Facebook altso hesum.
Á MySpace síðu síni skrivar Lindsay sjálv um hetta:
- Síðan varð lukkað niður, tí tey hildu, at tað var ein følsk útgáva av mær. Genialt! Eg sum elski Facebook? Eg var bilsin. Fyrst flenti eg, men síðani varð eg ill. Ill, tí at Facebook sletta meg orsakað av, at tað eru so nógv, sum royna at verða eg.










