Seinastu mánaðirnar hevur Hollywoodstjørnan Lindsay Lohan verið á eini avvenjingardeild, tí hon hevur havt nógvar trupulleikar við rúsdrekku. Nýggjársaftan datt hon tó útí aftur, tá ið hon ballaðist í Capri eftir at hava fingið ein prís á árliga filmfestivalinum. Júst tá ið Lindsay drakk úr einari sjampagnufløsku var hon filmað og hetta hevur tí leitt til nógv tos um framtíð hennara.
Advokatur hennara sigur um hetta: - Hon fekk eina fløsku, sum hon drakk á dansigólvinum, men hon sá sjálv, at tað var skeivt og tí ringdi hon til stuðulspersónin hjá sín, sum hjálpti henni.