Lindin víðkar um sendiøkið

Seinni í ár fer útvarpsrásin Lindin eisini at senda umvegis Brúnaskarð í Klaksvík

Kristiliga útvarpsrásin, Lindin, hevur søkt Radioeftirlitið um at fáa ein frekvens afturat at senda á. Hetta hevur útvarpsrásin gjørt, tí hon ætlar at seta ein sendara upp á Brúnaskarði oman fyri Klaksvík seinni í ár.

- Vit hava spart pengar upp til keyp av einum nýggjum sendara, og so skjótt sum vit hava fingið ein frekvens frá Radioeftirlitinum verður sendarin bílagdur, sigur Preben Hansen, ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Lindina.

Neyðugt er at hava ein frekvens at senda á, tá sendarin verður bílagdur, tí hesin frekvensurin skal leggjast í sendaran, áðrenn hann kann latast. Lindin roknar við, at hon kann fáa svar frá Radioeftirlitinum eina ferð í næstu viku.

- Vit koma at bíða í umleið ein mánað eftir sendaranum, men vit ætla okkum at seta hann upp beinanvegin, tá vit hava fingið hann, sigur Preben Hansen.


Lagt pengar til síðis

Í løtuni sendir Lindin á 101 MHz, og rásin hoyrist í høvuðsstaðarøkinum og á Skálafjørðinum. Við nýggja sendaranum fer rásin at røkka enn fleiri fólkum, tí tá fáa millum annað klaksvíkinginar, fuglfirðingar, lorvíkingar og gøtufólk møguleikan at seta útvarpstólið á Lindina.

- Ætlanin hevur alla tíðina verið at røkka fleiri fólkum, og hóast vit ætlaðu, at tað skuldi ganga skjótari við hesum, fegnast vit um, at vit nú hava fingið møguleikan at keypa okkum ein nýggjan sendara, sigur Preben Hansen.

Hann sigur, at Lindin hevur nógvar stuðlar, og at tað er gjøgnum hendan stuðul, at rásin hevur havt møguleikan at leggja pengar til síðis fyri at keypa ein sendara afturat.

- Vit hava eisini verið noydd at gera íløgur í útgerð fyri at fáa betri góðsku á sendingarnar, men nú hava vit tøkan pening til at keypa ein nýggjan sendara fyri, sigur Preben Hansen.


Fleiri sendingar

Lindin sendir ymiskt andaligt tilfar - tónleik, bønarløtur, barnasendingar og aðrar sendingar.

- Vit gera fleiri og fleiri sendingar og tónleikaparturin er minkaður nakað seinastu tíðina. Vit hava eisini fingið nógvar stuðlar, so arbeiðið við Lindin hevur ment seg soleiðis, sum vit vónaðu, at tað fór at gera, sigur Preben Hansen.

- Vit hava givið fólki møguleikan at ringja inn til okkara, um tað hava tørv á onkrum, og tað eru alsamt fleiri fólk, sum brúka hendan møguleikan, sigur hann.

Lindin miðjar fram ímóti at hoyrast í Suðuroy, Sandoynni og Vágum eisini, men tær ætlaninar liggja longri frammi í tíðini. Fyrsta ítøkiliga æltanin er at fáa sendaran upp á Brúnaskarði.í næstum