Lindin fer at senda alt samdøgrið

- Tað hevur verið ein dreymur heilt frá byrjan av, og nú kann hann gerast veruleiki hjá Lindini: At senda 24 tímar um samdøgrið, sigur Dánial á Dul Jacobsen.

Hann er ein av fólkunum aftanfyri kristnu útvarpsrásina Lindin, sum byrjaði sendingar sínar fyri seks árum síðani. Higartil hava teir bert sent ein part av degnum, men nú verður møguleiki at senda alt samdøgrið.
Hetta hendir ikki minst eftir eitt væleydnað stuðulstiltak leygarkvøldið, har fólk høvdu møguleika at tekna seg sum stuðlar hjá rásini.
- Vit lovaðu lurtarunum, at fingu vit 60 nýggjar stuðlar, vildu vit seta hesa ætlanina í verk. Vit fingu nógv fleiri enn tað  upp móti 70 -, og tí eru vit til reiðar at seta hesa ætlanina í verk, sigur Dánial við Sosialin.
Enn er ikki avgjørt, nær hetta verður gjørt. Men ætlanin er at lurtararnir ikki skulu bíða leingi eftir, at Lindin, sum tann fyrsta føroyska útvarpsrásin nakrantíð fer at senda 24 tímar um samdøgrið.