Síðani Lindin fór at senda í Klaksvík, hava lurtilíkindini ikki verið tey somu, sum klaksvíkingar eru vanir við.
Eingin dugir rættiliga at siga, hvør orsøkin er til, at nógv lurtitól verða órógvað av sendingunum hjá Lindini.
? Vit duga ikki at siga, um tað er okkara sendari, sum er orsøkin til trupulleikarnar, men vit arbeiða við málinum, og Føroya Tele skal gera mátingingar á Brúnaskarði, so vit kunnu finna møguligt mistak, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini.
Kenna trupulleikan
Lindin, sum hevur eitt ár á baki, fór leygardagin undir at senda kristiligt útvarp til Klaksvíkar umvegis nýggjan sendara á Brúnaskarði.
Síðani hava nógv fólk vent sær til Fjarskiftiseftirlitið við klagum um, at lurtitólin eru vorðin órógvað av Lindini.
? Tá vit byrjaðu at senda í Havn var sami trupulleikin, og tá vísti tað seg, at trupulleikin var tey gomlu útvarpstólini, sum ikki klára at skilja ímillum fleiri rásir, sigur Preben Hansen.
Neyvan fyrstu dagarnar
? Vit vita ikki, um hetta er sami trupulleikin í Klaksvík, men vit ætla at finna út av, um tað er okkara sendari, sum er orsøkin til trupulleikarnir, sigur Preben Hansen.
Lindin hevur dagliga samband við Fjarskiftiseftirlitið og Føroya Tele, men enn eru neyðugu mátingarnar ikki gjørdar á Brúnaskarði.
Fólk frá Føroya Tele ætla sær ikki niðan á Brúnaskarð, fyrr enn veðrið er vorðið betri. Tí verður trupulleikin neyvan staðfestur komandi dagarnar.