21. januar 2000 byrjaði kristiliga útvarpsstøðin Lindin at senda. Tað vil siga, at Lindin í dag hevur 15 ára føðingardag.
Føðingar- og stuðulsdagur verður leygardagin og í hesum sambandi verður, umframt úr Havn og úr Klaksvík, eisini sent úr Hvalba.
Karmarnir um sendingina í Hvalba er bygdaráðshúsið, haðani vertur og teknikari hjá Lindini senda frá kl.11 fyrrapartin til kl. 3 seinnnapartin. Prátað verður við fólk úr Hvalba, Sandvík og aðrastaðir úr Suðuroynni og suðringar luttaka eisini við sangi og tónleiki.
Seinni um dagin og út á kvøldið verður sent úr Havn og úr Klaksvík.
Vinningar verða lutaðir út til tey, ið stuðla Lindini, høvuðsvinningurin er ein ferð til Ísrael á páskum.
Lindin sendur alt samdøgrið og røkkur út til umleið 85% av Føroya fólki. Lindin hevur 11 sendarar, sum standa á Nólsoy, á Klakki, á Oyrnafjalli, á Hestinum háa, á Sornfelli, í Sørvági, á Prestlandi, í Vestmanna, á Gøtueiði, á Varmakeldueiði og á Eysturhøvda.