Lindh-morðið liðugt kannað

1.000 síður við 6.000 skjølum skulu sannføra rættin um, at tann 25 ára gamli skuldsetti maðurin myrdi svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, tann 10. september

Líka síðani hann varð tikin, hevur tann skuldsetti avsannað, at tað var hann, sum stakk Onnu Lindh so meint, at hon doyði morgunin eftir. Løgreglan sigur seg harafturímóti vera sannførda um, at hon hevur tikið tann rætta mannin.
Í gjár var løgreglan liðug við kanningarnar, og tá fekk verjin hjá tí skuldsetta tær 1.000 síðurnar við umleið 6.000 skjølum, sum sambært løgregluni eru nóg mikið til at sannføra rættin í Stockholm um, at tann 25 ára gamli maðurin er drápsmaðurin. Verjin sleppur nú at kanna ákæruritið og skjølini. Roknað verður við, at maðurin verður formliga ákærdur tann 16. januar, og at málið kemur fyri í rættinum fýra dagar seinni.
Leif Jennekvist, sum hevur staðið fyri kanningunum hjá løgregluni, sigur við Aftenposten, at arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, tí løgreglan hevur tikið sær ta tíðina, sum var neyðug. Men tað rúgvusmikla próvtilfarið hevur gjørt, at vit hava ongantíð verið í iva, sigur hann.
Hann viðgongur, at løgreglan hevur verið serliga umhugsin, tí síðani morðið hava heimsins eygu verið vend ímóti Svøríki, sigur hann. Øll hava hugsað um Palme-morðið, sigur Leif Jennekvist.