Linderoth er harður hundur

Svenski miðvallarin Tobias Linderoth ger tað skitna arbeiðið á miðvøllinum hjá FC Keypmannahavn, og nú superligan er endað, vísir ein uppgerð, at hann hevur eisini fingið flest gul kort í kappingarárinum. 12 ferðir hevur Linderoth, sum er liðformaður hjá FCK, fingið ostaflísuna frá dómaranum. Næstur í røðini er Baye Djiby Fall hjá Randers við 11 gulum og Christopher Poulsen hjá Viborg við 10 gulum kortum.