Linda vigar 10 kilo ov nógv

-Eg eti tí eg eri ólukkulig, sigur Linda Andrews um sína vekt Linda er sambært veddingarfyritøkunum í Danmark stórfavorittur til at vinna X-Factor finaluna fríggjakvøldið, har hon skal dystast ímóti Alien Beat Club og Mohammed.

 

Men hetta er ikki einasti dystur, ið Linda stríðist við. Av pallinum stríðist hon eisini fyri at sleppa av við tey eyka 10 kiloini. Hon er varug við, at hon vigar ov nógv ? og hon veit eisini hvør orsøkin er til tað.

- Eg eti, tí at eg elski ikki meg sjálva, sigur Linda í einari samrøðu við Ekstra Blaðið.

 

Har sigur Linda, at hon berjist fyri at tapa seg, og at hon nú fær nógvan stuðul frá Lina Rafn, ið lærur hana at elska seg sjálva.

 

Linda vigar í dag 73 kilo og er 164 cm long. Tað er umleið 10 kilo ov nógv heldur Linda, ið eisini sambært hennara BMI tali er í tyngra endanum.